Author Archives: rokur
Úttøka til Oyggjaleikir 2025
Starvsnevnd SSF hevur tikið út fylgjandi svimjarar til Oyggjaleikir 2025 á Orkney: Alisa Vestergård (2003), SuSvim Bjarta í Lágabø (2009), SuSvim Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS Jóhanna Ólavsdóttir (2007), Ægir Jonna Joensen (2005), Ægir Lea Osberg Højsted (2008), Ægir Bartal E. … Continue reading
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2025
Svimjisamband Føroya hevði hin 20. mars 2025 sín árliga aðalfund, í ÍSF-húsinum á Eystaru Bryggju í Havn. Á skránni var útyvir forfólkafrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini innkomin mál frá starvsnevndini, val av næstforfólki, skrivara og tiltakslimi, og kunning, spurningar … Continue reading
SSF undirskrivað inklusjóns-yvirlýsing
Svimjisambandið sendi í gjár inn viðfestu inklusjóns-yvirlýsing til evropeiska svimjisambandið European Aquatics, sum heitt á okkum av teimum. Hetta sum samtykt av starvsnevnd SSF, við kunning til aðalfund SSF.
Úrslit frá Lions Open 15. og 16. mars 2025
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “Lions Open” sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin 15. og sunnudagin 16. mars 2025. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify
Innbjóðing til Reysta-stevnu 29. mars 2025
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið Reysti skipar fyri í svimjihylinum í Leirvíkar skúla, leygardagin hin 29. mars 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Úrslit frá SuSvim-stevnuni 8. mars 2025
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 8. mars 2025. Hetta var svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svumu tvørturum langhylin.








