Author Archives: rokur
Kunning um EM í Open Water 2025
Evropeiska svimjisambandið skipar hin 28. til 31. mai 2025 fyri EM í Open Water í Stari Grad á oynni Hvar í Kroatia, eftir ætlan við eisini luttøku av føroyskum svimjarum. Nú finst kunningarfaldarin her á heimasíðuni hjá European Aquatics
Innbjóðing til HS-stevnu 12. apríl 2025
Her er innbjóðing til bólkastevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 12. apríl 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngru aldursbólkar.
23 lond hava nú undirskrivað DEI-yvirlýsing EA
Svimjisamband Føroya er sum fráboðað eitt av londunum sum hevur undirskrivað inklusjóns-yvirlýsingina hjá European Aquatics, og eru vit nú 23 av 52 londum sum taka undir við hesi áskoðan. Sí tíðindabrævið her
Úrslit frá Reysta-stevnuni 29. mars 2025
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið Reysti skipaði fyri í svimjihylinum í Leirvíkar skúla, nú leygardagin hin 29. mars 2025. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Tillaging av Reglugerð fyri Meistarastevnur SSF
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at broyta okkara Reglugerð fyri Meistastevnur, so at FM á stuttgeil sambært reglugerðini framyvir kann vera eisini í desember mánaða, og FM á langgeil eisini í juli mánaða. Hetta sum umrøtt undir ymiskt á aðalfundi SSF … Continue reading
Luttakaralisti til Reysta-stevnuna 29. mars 2025
Her eru luttakaralistarnir til svimjistevnuna sum Svimjifelagið Reysti skipar fyri í svimjihylinum í Leirvíkar skúla, nú leygardagin hin 23. mars 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.








