Author Archives: rokur

Pál 7:50.81 og í HM-finalu í 800 frí

Pál Joensen svam seg í morgun trygt í HM-finalu í 800 metra frísvimjing, tá ið hann í Palau Sant Jordi høllini í Barcelona svam teinin uppá 7:50.81. Tað var næstbesta tíð í triðseinasta riðli, og rakk til eitt samanlagt sættapláss … Continue reading

Posted in Breidd, Kapping, Tíðindaskriv | Tagged | Comments Off on Pál 7:50.81 og í HM-finalu í 800 frí

Birita føroyskt met í 100 rygg á HM í Barcelona

Tað gongur uppá stás hjá føroysku svimjarunum í Barcelona, har heimsmeistarastevnan í svimjing í hesum døgum verður avgreidd. Birita Debes setti í morgun nýtt flott føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing, við at svimja 1:05.64 har hennara met frá Danish … Continue reading

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on Birita føroyskt met í 100 rygg á HM í Barcelona

Føroyskt met til Poulu, fyrsta dag á HM 2013

Heimsmeistarastevnan í svimjing byrjaði avbera gott fyri okkum føroyingar, tá ið Poula Øssursdóttir Mohr longu í fyrstu kapping setti stórt nýtt føroyskt met, við at svimja 100 metra firvaldasvimjing uppá 1:04.58. Hon átti sjálv føroyska metið, frá tá ið hon … Continue reading

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Tagged | Comments Off on Føroyskt met til Poulu, fyrsta dag á HM 2013

Kunning frá SSF um fyribyrging av doping

Góðu tit øll í svimjingini Nú donsk svimjing er rakt av tveimum dopingsakum, er tað væl uppá sítt pláss at vit í Svimjisambandi Føroya eisini minna okkum øll á týdningin av at tryggja, at íðkarar ikki fáa ólóglig evni í … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Kunning frá SSF um fyribyrging av doping

SSF ætlar at senda stórt lið til EM í Herning

Starvsnevnd SSF samtykti á fundi hóskvøldið at vilja royna at senda eitt rímiliga stórt lið til evropameistarastevnuna á stuttgeil 2013, sum verður í Herning í Danmark í desember mánaða. Vit hugsa umleið 8 av okkara bestu svimjarum, íroknað okkara bestu … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on SSF ætlar at senda stórt lið til EM í Herning

Svimjarar í eldin á EJM og NMU

Hesir næstu fimm dagarnir verða rættiliga spennandi fyri føroyska svimjing, nú landslið okkara fara at royna seg á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Antwerpen og Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í Keypmannahavn. Magnus Jákupsson liggur rættiliga væl fyri til at koma í finalur … Continue reading

Posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv | Tagged , | Comments Off on Svimjarar í eldin á EJM og NMU