Author Archives: rokur
Bartal 1:01.85 og føroyskt met í 100 bringu
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) setti í morgun stórt nýtt føroyskt met í 100 bringu, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Oyggjaleikum 2025 svam seg til úrslitið 1:01.85. Hann átti sjálvur føroyska metið á 1:02.08, frá FM á stuttgeil … Continue reading
Suðuroyar Svimjifelag søkir høvuðsvenjara – endurlýsing
Suðuroyar Svimjifelag ella sum vit lokalu siga “SuSvim” søkir nýggjan høvuðsvenjara.
Úrslit frá NMU 2025
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Nordic Age Group Championships 2025, sum Svimjisamband Føroya skipaði fyri í nýggja langhylinum í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 5. og sunnudagin 6. juli 2025. Úrslitini síggjast eisini á Swimify, SwimRankings og Tempus
Tvey føroysk juniormet á EJM 2025
Evropeiska JuniorMeistarastevnan 2025 endaði nú sunnudagin, og varð tað til tvey føroysk juniormet umframt 4 persónlig met. Úrslitini síggjast øll her á stevnusíðuni
So er tað NMU 2025
Hetta vikuskiftið verður Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2025, í nýggja langhylinum í Svimjihøllini í Gundadali. Tilsamans 100 ungir svimjarar úr 9 londum fara at kappast leygardagin og sunnudagin, har í millum 14 ungir føroyingar.
So er tað EJM 2025
EJM verður í Samorin í Slovakia nú týsdag 1. til sunnudag 6. juli, við luttøku av eisini trimum føroyskum svimjarum. Leinki til startlistar og úrslit og stroyming og tílíkt, fara at finnast her á heimasíðuni hjá European Aquatics.








