Author Archives: rokur

Uppskot fyri Løgtingið at marka 1.2 mió av játtanini til ÍSF til altjóða virksemi

VP veit nú at siga, at Annika Olsen og Jákup Mikkelsen í dag leggja fram uppskot til samtyktar um at marka játtan á 1,2 mió til altjóða luttøku av samlaðu játtanini til Ítróttasamband Føroya.

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Uppskot fyri Løgtingið at marka 1.2 mió av játtanini til ÍSF til altjóða virksemi

Føroyskir svimjarar granskast á iNOVA

Føroyskir svimjarar fara nú í seinni helvt av februar at luttaka í eini granskingarverkætlan hjá Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet, á testdeplinum hjá iNOVA í Tórshavn, at royna at staðfesta um svimjiergometur kunnu lýsa teirra svimjievni í vatni.

Posted in Kapping | Comments Off on Føroyskir svimjarar granskast á iNOVA

SSF ásett nálatíðir og kravtíðir til FM á langgeil

Svimjinevnd SSF hevði herfyri sín fyrsta regluliga fund, har tað á skránni var m.a. væntandi nálatíðir til svimjing á langgeil, og fyrireiking av fyrstu FøroyaMeistarastevnu á langgeil. Umboð fyri starvsnevndina luttóku eisini á hesum fundi.

Posted in Kapping | Comments Off on SSF ásett nálatíðir og kravtíðir til FM á langgeil

Gleðilig Jól

Posted in Óbólkað | Comments Off on Gleðilig Jól

Úttøka til NM/NJM 2015

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi 17 svimjarar til ársins Norðurlendsku Meistarastevnu og JuniorMeistarastevnu í svimjing, sum verður í Bergen í Noregi hin 11. til 13. desember 2015.

Posted in Kapping | Comments Off on Úttøka til NM/NJM 2015

Úttøka til EM á stuttgeil 2015

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til 18. evropameistarastevnu á stuttgeil, sum verður í Netanya í Ísrael hin 2. til 6. desember 2015. Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag Alvi Hjelm (1996), Ægir Astrið Foldarskarð (1994), … Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on Úttøka til EM á stuttgeil 2015