Author Archives: rokur
Ásbjørg 34.61 og ájavnt við føroyska metið í 50 bringu
Ásbjørg Hjelm úr Ægir svam í dag ájavnt við føroyska metið í 50 metra bringusvimjing á langgeil tá ið hon á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing 2016 svam teinin uppá 34.61, sum er sama tíð sum hon svam á Reykjavík International … Continue reading
7 føroyskir svimjarar til Ungarn at kappast á EJM
Í morgun fór eitt ferðalið úr Vágum til Keypmannhavnar, at flúgva víðari til Budapest og síðani koyra suður til Hódmezővásárhely í Ungarn, har Evropeiska JuniorMeistarastevnan í svimjing byrjar nú mikudagin hin 6. juli 2016.
Landsliðsnevndin endurstovnað
Tað gleðir okkum í starvsnevnd SSF at kunna kunngera, at vit nú aftur hava eina landsliðsnevnd, til at taka sær av kravtíðum og øðrum landsliðsarbeiði. Hetta er ein nevnd sum vit hava havt stóran tørv á, aftaná at hon fyri … Continue reading
7 dagførdir lívbjargarar á Sandoy
Mánadagin hin 30. mai 2016 vórðu 7 lívbjargarar dagførdir á Sandoy, harav 3 starvsfólk hjá svimjihøllini í Sandoyar Meginskúla, og 4 fólkaskúlalærarar. Lívbjargingardómari var Sørin S. Djurhuus, fyri Svimjisamband Føroya.
EM 2016 liðugt avgreitt
So er EvropaMeistarastevnan 2016 í svimjing farin afturum her í London, og vit síðstu í føroyska hópinum bíða eftir at sleppa heim aftur. Her var tíverri lítið at skriva heim um, við tað at vit hvørki rukku finalu ella settu … Continue reading
SSF skriv 14. mai 2016 um støðuna í ÍSF
Undirritaði hevur í dag sent viðfesta skriv til tey bæði sum eftir eru í starvsnevnd ÍSF, um støðuna í Ítróttasambandi Føroya, nú upp undir aðalfundin 20. mai 2016.









You must be logged in to post a comment.