Author Archives: rokur
Tvey føroysk met á EM U23 2025
Føroyska luttøkan er nú liðugt avgreidd á EM U23 2025 í Samorin í Slovakia, og varð tað til tvey føroysk met umframt tvey persónlig met. Úrslitini síggjast øll her á stevnusíðuni
Bartal 51.84 og føroyskt met í 100 frí
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í morgun at betra um sítt føroyska met í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á EM U23 2025 í Samorin í Slovakia svam seg til úrslitið 51.84, har metið hjá honum … Continue reading
Bartal 29.09 og føroyskt met í 50 bringu
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) setti í gjár nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á EM U23 2025 í Samorin í Slovakia svam seg til úrslitið 29.09 sekund. Hann átti sjálvur føroyska metið á … Continue reading
So er tað EM U23 2025
EM fyri U23 verður í Samorin í Slovakia nú hósdag 26. til leygardag 28. juni, við luttøku av eisini trimum føroyskum svimjarum. Leinki til startlistar og úrslit og stroyming og tílíkt, fara at finnast her á heimasíðuni hjá European Aquatics.
Landsliðshóparnir í summar
Nú nærkast til landsliðsuppgávurnar í summar, og eru hóparnir tí eisini fingnir uppá pláss. Okkurt avboð hevur verið, og onkur eykaúttøka eisini, so at hóparnir eru …
Úrslit frá FML/JML 2025
Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2025, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági nú á Hvítusunnu hin 7. til 9. juni 2025. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify, umframt her … Continue reading








