Author Archives: rokur

Innbjóðing til SuSvim-stevnu 4. og 5. mars 2017

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Páls Høll í Vági, leygardagin 4. og sunnudagin 5. mars 2017, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er opin stevna, tað vil siga uttan aldursavmarking.

Posted in Felagsskapur | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til SuSvim-stevnu 4. og 5. mars 2017

Væleydnað SSF-ráðstevna í Skálavík

Svimjisamband Føroya skipaði sum kunnugt fyri ráðstevnu nú í vikuskiftinum, fyri nevndarlimum í svimjifeløgum og sambandinum. Endamálið var at fáa fram hvat ið vit ynskja við føroyskari svimjing, og halda vit sjálvi at tað eydnaðist sera væl.

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Væleydnað SSF-ráðstevna í Skálavík

Innbjóðing til FM á stuttgeil 2017

Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna á stuttgeil 2017, sum Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag skipa fyri, í Svimjihøllini í Gundadali hin 24. til 26. mars 2017. Hetta er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2017.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til FM á stuttgeil 2017

Broyting í SSF Reglugerð fyri Meistarastevnur

Starvsnevnd SSF samtykti hin 22. februar 2017 at broyta grein 3 í okkara Reglugerð fyri Meistarastevnur … – frá – Grein 3 Allir svimjarar, ið eru limir í føroyskum svimjifeløgum og hava føroyskan svimjitjóðskap hava rætt at luttaka í meistarastevnunum. … Continue reading

Posted in Lógir og reglugerðir | Comments Off on Broyting í SSF Reglugerð fyri Meistarastevnur

Stór svimjiráðstevna í Skálavík í vikuskiftinum

Svimjisamband Føroya skipar nú 24. til 26. februar fyri ráðstevnu í Hotel Skálavík, fyri serliga nevndarlimum í svimjisambandi og svimjifeløgum. Eini 30 fólk fara við hjálp frá sálarfrøðinginum Helga Rasmussen at brúka vikuskiftið uppá at viðgera, hvat ið vit ætla við føroyskari … Continue reading

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Stór svimjiráðstevna í Skálavík í vikuskiftinum

Tríggir nýggir lívbjargingardómarar í Suðuroy

Farna vikuskiftið skipaði Sørin S. Djurhuus vegna Svimjisamband Føroya fyri lívbjargingardómaraskeiði í Páls Høll í Vági, har tríggir nýggir lívbjargingardómarar fingu prógv. Hartil stóðu fimm lívbjargingarroyndina, sum partur av útbúgvingini hjá teimum trimum dómarum.

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Tríggir nýggir lívbjargingardómarar í Suðuroy