Author Archives: rokur
So eru tað Oyggjaleikir 2017
Oyggjaleikirnir á Gotlandi eru nú settir, har svimjistevnan byrjar í morgin árini, við innleiðandi riðlum og finalum í fýra dagar. Útlitini eru rættiliga góð hjá føroyingum, um enn tað er ein eyka avbjóðing, at einans fimm svimjarar sleppa í hvørja … Continue reading
Eyka úttøka til HM 2017 í Budapest
Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at taka út fylgjandi svimjarar eyka til HM í Budapest 2017: Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag Hesi koma afturat teimum báðum longu úttiknu til HM 2017: Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag … Continue reading
LÍV stuðlar lívbjargingini
Svimjisamband Føroya og LÍV skrivaðu í dag undir eina tvey ára stuðulsavtalu í sambandi við átakið “Eingin svimjing uttan lívbjargara” Hetta til at styrkja um átakið, sum Svimjisambandið sjósetti í 2009, og sum síðani er bygt upp við stuðli og … Continue reading
OL-gullvinnari á venjingarlegu í Vági
Litavska svimjistjørnan, Rūta Meilutytė, sum er OL-gullvinnari frá London og hevur heimsmet í 50 m. bringu, og í 100 m. bringu á bæði langgeil og stuttgeil, kom í gjár til Vágs, har hon komandi vikurnar skal verða á venjingarlegu í … Continue reading
Úrvalsvenjingarlega í Gundadali
Svimjisamband Føroya skipar nú 2. og 3. juni fyri venjingarlegu fyri ungar úrvalssvimjarar, við luttøku úr flestu feløgum. Talan er um svimjarar føddir millum 2002 og 2005.
15% avsláttur til Evropameistarastevnuna 2017
EM á stuttgeil verður sum kunnugt í Keypmannahavn í ár, frá 13. til 17. desember 2017. Donsku vertirnir bjóða í hesum sambandi nú øllum føroyskum fjepparum 15% í avsláttri uppá atgongumerki til stevnuna, um keypt verður frá í dag av … Continue reading









You must be logged in to post a comment.