Author Archives: rokur
Innbjóðing til SuSvim-stevnu á Tvøroyri 17. mars 2018
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Tvøroyar svimjihyli, sum Suðuroyar Svimjfelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, og fyrstu ferð í mong, mong ár, at skipað verður fyri svimjistevnu har undir SSF.
Úttøka til Danish Open 2018
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi 20 svimjarar til Danish Open 2018, sum verður í Bellahøj Svømmestadion í Keypmannahavn hin 12. til 15. apríl 2018: úr Havnar Svimjifelag: Alvi Hjelm (1996), Beinta P. Debes (1997), Eyðrið Mortensen (2003), … Continue reading
Innbjóðing til Reysta-stevnu 10. mars 2018
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Leirvíkar svimjihøll, leygardagin hin 10. mars 2018, sum svimjifelagið Reysti skipar fyri. Hetta er kapping fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1, 2 og 3.
Væleydnað SSF ráðstevna við Gjógv
Svimjisamband Føroya skipaði nú í vikuskiftinum fyri ráðstevnu í Gjáargarði við Gjógv, fyri nevndarlimum í SSF og føroysku svimjifeløgunum, umframt umboðum fyri Svimjiskúla Føroya. Hetta gjørdist nakrir sera produktivir dagar, við fokus á serliga tað sum skal gerast hetta komandi … Continue reading
Úrslit frá SuSvim-stevnuni 24. og 25. februar 2018
Her eru úrslitini frá Suðuroyar Sparikassa stevnuni nú 24. og 25. februar 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági. Tilsamans vóru tey 86 íðkarar og 29 lið úr 5 feløgum sum kappaðust 564 ferðir í 36 kappingum, … Continue reading
SuSvim dreingir 4:32.57 og føroyskt juniormet í 4×100 blandað
Dreingjaliðið hjá SuSvim setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið teir á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Páls Høll í Vági svumu teinin uppá 4:32.57. FLOT átti metið áðrenn hetta, á 4:54.95 … Continue reading









You must be logged in to post a comment.