Author Archives: rokur
FINA til Føroyar at góðkenna langhylin
Tann 10. oktober fer borgarstjórin Annika Olsen saman við umsitingini at hava fund við Joaquin Pujol, formann í FINA Facilities Committee (nevnd í Altjóða svimjisambandinum FINA), á Ráðhúsinum í Havn. Eisini luttaka umboð fyri Svimjisamband Føroya.
Væleydnaður Svimjifagnaður 2018
Sunnudagin hin 16. september luttóku eini 47 børn í Svimjifagnaðinum 2018, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjhøll. Hetta gjørdist ein fínur fyrsti dagur av hesum slag, og tyktist tað sum at børnini stuttleikaðu sær, samstundis sum … Continue reading
Minst til at melda til Svimjifagnaðardagin 2018
Vit hava nú fingið nóg nógvar tilmeldingar til at vilja hava Svimjifagnaðin sum ætlað, í Klaksvíkar Svimjihøll nú sunnudagin hin 16. september 2018. Enn ber til at melda til, men tit mugu skunda tykkum um tit ætla tykkum luttøkuprógv eisini, tí … Continue reading
Innbjóðing til FM á stuttgeil 2018
Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna á stuttgeil 2018, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 26. til 28. oktober 2018. Innbjóðing í pdf-sniði: fms-2018-innbjoding.pdf Innbjóðing í lef-sniði: Invitation_FM_stuttgeil_2018_Torshavn_2018-10-26.lef Innbjóðing í GR-sniði: GR181026.txt Hendan stevna er FINA góðkend úttøkustevna til HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil 2018, … Continue reading
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2018
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum fríggjakvøldið hin 12. oktober 2018 frá kl 19:00. Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya.
Innbjóðing til Ægir-stevnu 6. – 7. oktober 2018
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 6. og sunnudagin hin 7. oktober 2018, sum Ægir skipar fyri. Fílurnar finnast eisini her á livetiming.se Innbjóðing í pdf-sniði: aegir-stevna-okt-2018-innbjoding.pdf Innbjóðing í lef-sniði: Invitation_Agir_Open_Klaksvik_2018-10-06.lef Innbjóðing í GR-sniði: GR181006.txt









You must be logged in to post a comment.