Author Archives: rokur

Elisabeth 2:14.97 og gull í 200 rygg á Oyggjaleikum 2025

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) megnaði í dag at vinna gull eisini í 200 metra ryggsvimjing á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í finaluni svam seg til úrslitið 2:14.97. Sí úrslitalistan her

Posted in Kapping | Comments Off on Elisabeth 2:14.97 og gull í 200 rygg á Oyggjaleikum 2025

Alisa 26.63 og bronsu í 50 frí á Oyggjaleikum 2025

Alisa Vestergård (2003, SuSvim) megnaði í dag at vinna flott bronsuheiðursmerki á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í finaluni í 50 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 26.63. Sí úrslistalistan her

Posted in Kapping | Comments Off on Alisa 26.63 og bronsu í 50 frí á Oyggjaleikum 2025

Bartal 49.27 og bronsu og stórt føroyskt met í 100 frí á Oyggjaleikum 2025

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í dag at seta stórt føroyskt met í 100 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni á Oyggjaleikum 2025 svam seg til bronsuheiðursmerki við úrslitinum 49.27. Hann átti sjálvur føroyska metið á … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Bartal 49.27 og bronsu og stórt føroyskt met í 100 frí á Oyggjaleikum 2025

Góður annar dagur á Oyggjaleikum 2025

So eru vit komin í helvt við svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2025, og gongur tað bara heilt gott hjá okkara svimjarum. Eini tvey gullheiðursmerki varð tað til í dag, umframt tríggjar silvur og eina bronsu, umframt fýra føroysk met, tvey føroysk … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Góður annar dagur á Oyggjaleikum 2025

Kvinnurnar 1:54.49 og gull og stórt landsliðsmet í 4×50 blandað á Oyggjaleikum 2025, og Elisabeth 28.03 og føroyskt met og oyggjaleikamet í 50 rygg

Føroysku kvinnurnar vunnu í kvøld gull og settu stórt landsliðsmet í 4×50 blandað, tá ið tær í finaluni á Oyggjaleikum 2025 svumu seg til samlaða úrslitið 1:54.49. Hartil setti Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) sum fyrsti svimjari flott føroyskt met og … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Kvinnurnar 1:54.49 og gull og stórt landsliðsmet í 4×50 blandað á Oyggjaleikum 2025, og Elisabeth 28.03 og føroyskt met og oyggjaleikamet í 50 rygg

Mennirnir 1:32.65 og silvur í 4×50 frí á Oyggjaleikum 2025, og Bartal tá eisini 22.77 og føroyskt met í 50 frí

Føroysku harrarnir settu í kvøld nýtt føroyskt landsliðsmet í 4×50 frí, tá ið teir í finaluni á Oyggjaleikum 2025 svumu seg til úrslitið 1:32.65. Hartil setti Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) sum fyrsti svimjari nýtt føroyskt met í 50 metra … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Mennirnir 1:32.65 og silvur í 4×50 frí á Oyggjaleikum 2025, og Bartal tá eisini 22.77 og føroyskt met í 50 frí