Author Archives: rokur

Bartal 27.93 og stórt føroyskt met í 50 bringu

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði fyri løtu síðani at seta stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Oyggjaleikum 2025 svam seg til úrslitið 27.93. Róland Toftum átti metið á 28.30, meðan … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Bartal 27.93 og stórt føroyskt met í 50 bringu

Ein góður fyrsti dagur á Oyggjaleikum 2025

Fyrsti dagur er farin afturum á svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2025, og gekk tað bara heilt gott hjá okkara svimjarum. Eini tvey føroysk met varð tað til, umframt tvey føroysk landsliðsmet, eitt føroyskt juniormet og tvær gull, tríggjar silvur og tríggar … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Ein góður fyrsti dagur á Oyggjaleikum 2025

Føroysku kvinnurnar bronsu og landsliðsmet í 4×50 frí á Oyggjaleikum 2025

Føroysku kvinnurnar megnaði í dag at vinna bronsu og seta føroyskt landsliðsmet á Oyggjaleikum 2025, tá ið tær í 4×50 frí svumu seg til úrslitið 1:46.71. Landsliðsmetið var 1:46.77 frá í morgun, og áðrenn tað 1:46.86 frá Oyggjaleikum á Gibraltar … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Føroysku kvinnurnar bronsu og landsliðsmet í 4×50 frí á Oyggjaleikum 2025

Alisa silvur í 200 frí á Oyggjaleikum 2025

Alisa Vestergård (2003, SuSvim) megnaði í dag at vinna silvur á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í 200 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 2:04.98. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 2:04.29 frá Oyggjaleikum á Guernsey í 2023. Sí úrslitalistan … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Alisa silvur í 200 frí á Oyggjaleikum 2025

Lea bronsu og føroyskt met og juniormet í 50 bringu á Oyggjaleikum 2025

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna bronsu og seta føroyskt met og juniormet á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í 50 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 32.22. Hon átti sjálv metini á 32.42 frá í … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Lea bronsu og føroyskt met og juniormet í 50 bringu á Oyggjaleikum 2025

Bartal silvur og stórt føroyskt met í 100 bringu á Oyggjaleikum 2025

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í dag at vinna silvur við stórum føroyskum meti á Oyggjaleikum 2025, tá ið hann í 100 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 1:00.51. Hann átti sjálvur føroyska metið á 1:01.85 frá í morgun, … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Bartal silvur og stórt føroyskt met í 100 bringu á Oyggjaleikum 2025