Author Archives: rokur
SSF og LEN á fund við ES um svimjiførleika
Í morgin ári fer undirritaði sum umboð fyri Svimjisamband Føroya til Bruxelles í Belgia, at fundast við evropeiska svimjisambandið LEN og ES og sikkurt onnur við, um hvussu betri svimjiførleiki kann minka um títtleikan av druknivanlukkum í Evropa.
Úrslit frá SuSvim-stevnu á Tvøroyri 16. mars 2019
Her eru úrslitini frá Suðuroyar Sparikassa stevnuni hin 16. mars 2019, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, í svimjihylinum á Tvøroyri. Úrslit í txt-sniði: susvim-stevna-tvoroyri-mar-2019.txt Úrslit í html-sniði: susvim-stevna-tvoroyri-mar-2019.html
Heimsins bestu svimjari og venjari til Vágs í apríl
Nú eru praktisku ætlanirnar komnar so mikið nógv ávegis, at vit byrja at kunna tora at lova tað: Hin 8. til 11. apríl 2019 fær føroysk svimjing vitjan av heimsins besta svimjara, og av venjara hennara sum á HM í … Continue reading
Landsliðslega í Vági
Hetta vikuskiftið er úttikna landsliðið til Bergen Swim Festival 2019 á venjingarlegu í Vági, at fyrireika seg til hesa stevnu sum verður um knappar tríggjar vikur. Á venjingarleguni eru: úr HS: Bartal E. Eidesgaard, Eyðrið Mortensen, Johan N. Dam, Kristina … Continue reading
Nú steingja vit fyri tilmeldingum til FINA dómaraskeiðið 2019
Um tú ætlar tær við á FINA dómaraskeiðið hin 22. til 24. mars 2019, og ikki hevur meldað til enn, so er tað nú at tað má gerast – í øllum førum um tú ætlar at fáa bjóðað mat og/ella innivist. … Continue reading
FM á langgeil 2019 nú góðkend sum úttøkustevna til OL 2020
Svimjisamband Føroya fekk fyri løtu síðani fráboðan frá altjóða svimjisambandinum FINA, at FøroyaMeistarastevnan á langgeil hin 26. til 28. apríl 2019 er góðkend sum eisini úttøkustevna til Olympisku Leikir 2020 í Tokyo. Omaná at hon longu er góðkend sum úttøkustevna … Continue reading









You must be logged in to post a comment.