Author Archives: rokur
Úrslit frá Ægir Open 5. og 6. oktober 2019
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin hin 5. og sunnudagin hin 6. oktober 2019. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se
Djóni og Sørin fingu handað ILS-flaggið í Durban
Teir báðir Djóni Dalsgarð og Sørin S. Djurhuus eru komnir fram til Durban í Suðurafrika, har altjóða lívbjargingarsambandið ILS í gjár og í dag skipa fyri ársfundi, og frá í morgin fram til og við hósdagin fyri altjóða ráðstevnu um fyribyrging av … Continue reading
Sørin og Djóni á norðurlendskum ársfundi í Svøríki
Teir báðir Sørin S. Djurhuus og Djóni Dalsgarð luttaka í hesum døgum vegna Svimjisamband Føroya á ársfundinum hjá norðurlendska lívbjargingarfelagsskapinum “the Nordic Lifesaving Group (NLG)”, sum er í Stokkhólmi í Svøríki.
Úrslit frá Argjastevnuni 28. september 2019
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni á Argjum í dag, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Tilsamans vóru tey 91 svimjarar úr 5 feløgum sum kappaðust í teimum 32 kappingunum, harav 43 gentur og 48 dreingir.
Innbjóðing til WinGrodan-skeið 26. okt. 2019
Her er innbjóðing til skeið í stevnuforritinum WinGrodan, sum Svimjisambandið ætlar at skipa fyri í ÍSF-høllini í Tórshavn, leygardagin hin 26. oktober 2019. Áhugaði kunnu melda til við oyðublaðnum her Við svimjikvøðu SSF
Innbjóðing til FM á stuttgeil 2019
Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna á stuttgeil 2019, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 1. til 3. november 2019.








