Author Archives: rokur
SSF-kalendarin lagdur fyri svimjiárið 2020-2021
Svimjisamband Føroya hevði í dag sín árliga kalendarafund, har kalendarin fyri svimjiárið 2020-2021 varð avtalaður, tvs. fram til summarferiuna í 2021. Sí ssf.fo/kalendari
Úttøkuskipan til EM 2020 í Budapest
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi EvropaMeistarastevnu á langgeil, sum verður í Budapest í Ungarn frá 11. til 17. mai 2020. Av ymsum ávum eru ikki kravtíðir til hesa stevnu, men heldur at vit taka út upp til … Continue reading
Úrslit frá FLOT-stevnuni 1. februar 2020
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri í svimjihylinum á Toftum í dag, leygardagin hin 1. februar 2020. Hetta var stevna fyri yngstu aldursbólkar okkara.
Innbjóðing til Ægir Open 15. – 16. februar 2020
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 15. og 16. februar 2020. Hetta er ‘opin’ stevna, har allir aldursbólkar kappast sum ein.
Tillaging av nálatíðum SSF
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja broyta nálatíðir SSF frá hin 1. januar 2020, so at tær nú verða sum lýstar í viðfestu skjølum. Nálatíðir á stuttgeil: SSF-nalatidir-2019-25m.pdf Nálatíðir á langgeil: SSF-nalatidir-2019-50m.pdf
Innbjóðing til FLOT-stevnu 1. februar 2020
Svimjifelagið FLOT bjóðar til FLOT-stevnu í svimjihylinum á Toftum, leygardagin hin 1. februar 2020. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar: 1, 2 og 3. Sí viðfestu innbjóðing.








