Author Archives: rokur
Úrslit frá Ægir Open 15. og 16. februar 2020
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “Ægir Open” í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 15. og sunnudagin 16. februar 2020, sum Ægir skipaði fyri. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á SwimRankings
Luttakaralisti til Ægir-stevnuna 15. – 16. februar 2020
Her er listin við tilmeldingum til Ægir-stevnuna í Klaksvíkar Svimjihøll nú 15. og 16. februar 2020, sum sendur feløgunum at eftirkanna.
Ægir-stevnan útsett vegna veður
Av tí at seinnapartstúrurin norður hjá Smyrli í morgin er fluttur fyri veður frá kl 16 til kl 20, er avgerð tikin um at útseta stevnubyrjanina leygarmorgunin 1½ tíma, so at upphitingin nú byrjar kl 09:30, og so at kappast … Continue reading
Svimjisambandið leitar eftir aðalskrivara
Aðalskrivari okkara fer úr starvi, og leita vit tí eftir einum nýggjum. Nógv er rættiliga skrivstovukent, men til tíðir eru eisini praktiskar uppgávur uttanfyri skrivstovutíð og ørindi bæði í Føroyum og uttanlands.
Innbjóðing til SuSvim Open 29. feb. – 1. mar. 2020
Her er innbjóðing til svimjistevnuna “SuSvim Open” í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 29. februar og sunnudagin hin 1. mars 2020, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hendan stevna er síðsti kjansur her heima hjá svimjarum at royna eftir plássi … Continue reading
SSF-kalendarin lagdur fyri svimjiárið 2020-2021
Svimjisamband Føroya hevði í dag sín árliga kalendarafund, har kalendarin fyri svimjiárið 2020-2021 varð avtalaður, tvs. fram til summarferiuna í 2021. Sí ssf.fo/kalendari








