Author Archives: rokur
SSF aðalfundurin 2020 útsettur
Góðu tit øll, Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at útseta árliga aðalfundin hjá Svimjisambandi Føroya, sum skuldi verða nú fríggjakvøldið hin 17. apríl 2020 frá kl 18:00, til í staðin at verða leygardagin hin 16. mai 2020 frá kl 12:00. Hetta … Continue reading
Nú fara vit so smátt í gongd aftur
Starvsnevnd SSF fundaðist í dag við formenn og -kvinnur í føroysku svimjifeløgunum, í forleingilsi av góðu tíðindunum frá Løgmanni mikudagin, at Føroyar lata varisliga upp aftur, íroknað at vit frá 9. mai fara at vónandi kunna hava ítróttarkappingar aftur.
Atlantic Open 2020 avlýst
Góðu tit øll Starvsnevnd SSF hevur viðgjørt spurningin um Atlantic Open 2020, nú ein mánaður er til at hendan stevna skal verða sambært kalendara okkara. Niðurstøðan er at vit avlýsa hesa stevnu, eisini hóast vit hin 14. apríl vónandi eru … Continue reading
ÍSF tekur undir við at leingja corona-tiltøkini
Allar ítróttagreinar halda steðg, so leingi myndugleikarnir mæla frá, at fólk savnast – t.v.s. í øllum førum til og við 13. apríl So leingi almennu myndugleikarnir mæla fólki frá at savnast, so leingi stendur steðgurin í føroyska ítróttaheiminum við. Ítróttasamband … Continue reading
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2020
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum fríggjakvøldið hin 17. apríl 2020 frá kl 18:00, sum lýst eisini hin 28. februar. Sí viðfesta skjal: ssf-adalfundur-2020-frabodan.pdf Starvsnevnd SSF hevur í kvøld viðgjørt um hesin aðalfundur eigur at útsetast til seinni, vegna støðuna við … Continue reading
SSF skriv til feløgini um koronasmittuna
Góðu svimjifeløg Um nakar skuldi ivast, so taka vit í Svimjisambandi Føroya sjálvsagt fult undir við tilmæli ÍSF um at steðga við øllum ítróttarvirksemi í fyribils tvær vikur, sum lýst á heimasíðum ÍSF og SSF: https://isf.fo/isf-maelir-til-at-stedga-ollum-itrottavirksemi-i-tvaer-vikur/ https://ssf.fo/2020/03/12/isf-maelir-til-at-stedga-ollum-itrottavirksemi-i-tvaer-vikur/ Tað vil siga … Continue reading








