Author Archives: rokur
Beinleiðis stroyming frá Ægir Open 31. okt. og 1. nov. 2020
Innbjóðing til Ægir Open 31. oktober og 1. november 2020
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Klaksvíkar Svimjihøll hin 31. oktober og 1. november 2020, sum Ægir skipar fyri. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum í støðuni viðv. Corona og harvið eisini tilmælunum hjá SSF og Coronarágevingini.
Innbjóðing til FM og JM á stuttgeil 2020
Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2020, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadal hin 13. til 15. november 2020. Stevnan er sjálvsagt treytað av serliga, at koronastøðan loyvir tí. Vegna Svimjisamband Føroya Rókur
SuSvim-stevnan á Tvøroyri 24. oktober avlýst vegna korona
Suðuroyar Svimjifelag fráboðar, at svimjistevnan er avlýst sum skuldi verða í skúlahylinum á Tvøroyri hin 24. oktober, fyri okkara yngstu aldursbólkum. Hetta var sjálvsagt væntandi, nú SSF í august fráboðaði feløgunum, at tað fyribils ikki ber til at hava svimjistevnur … Continue reading
SSF flutt
Svimjisamband Føroya flutti í gjár úr hølunum í ÍSF-húsinum – so frá okkara síðu er nú klárt at byrja uppá ætlaða langhylin í Havn, sum vit eru sera spent til. Her eru nakrar útvaldar myndir frá nýggju hølunum á Heiðavegi … Continue reading
Svimjisambandið flytir til Runavíkar
Svimjisamband Føroya hevur í dag gjørt avtalu við Runavíkar kommunu, um at flyta skrivstovu og goymslu til Runavíkar, nú flytast skal úr ÍSF-húsinum í Havn. Nýggi heimstaður SSF verður í bygninginum har Visit Runavík longu húsast, á Heiðavegi 13 í … Continue reading








