Author Archives: rokur
Ein OK síðsti dagur á Oyggjaleikum 2025
Í dag var tað kanska eitt sindur meira ‘stong út’ enn vit høvdu vónað – men tilsamans er tað gingið væl á hesum Oyggjaleikum, og framá síðani seinast. Eitt gullheiðursmerki varð tað til, umframt 2 silvur og 4 bronsur, umframt … Continue reading
Elisabeth 28:35 og bronsu í 50 rygg á Oyggjaleikum 2025
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) megnaði í kvøld at vinna bronsu á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í finaluni í 50 metra ryggsvimjing svam seg til úrslitið 28.35. Sí úrslitalistan her
Bartal 22.60 og føroyskt met og silvur á Oyggjaleikum 2025
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í dag at seta flott føroyskt met í 100 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni á Oyggjaleikum 2025 vann silvur við tíðini 22.60. Bartal átti sjálvur føroyska metið á 22.77 frá … Continue reading
Alisa 57.43 og bronsu í 100 frí á Oyggjaleikum 2025
Alisa Vestergård (2003, SuSvim) megnaði í dag at vinna bronsu á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í finaluni í 100 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 57.43. Sí úrslitalistan her
Líggjas gull og Isak bronsu í 400 frí á Oyggjaleikum 2025
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna eitt gullheiðursmerki afturat á Oyggjaleikum 2025, tá ið hann í finaluni í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 3:52.44. Isak Brisenfeldt (2006, HS) vann bronsu við tíðini 3:55.50. Sí úrslitalistan … Continue reading
Ein hóast alt góður dagur á Oyggjaleikum 2025
Hóast alt ikki gekk akkurát so sum vit ynsktu okkum í dag, so góvu okkara yvirhøvur ein góðan dyst, og vunnu 2 gull, 3 silvur og 2 bronsur, umframt at seta 1 føroyskt met, 2 landsliðsmet og 1 oyggjaleikamet








