Author Archives: rokur
Startlisti til SuSvim Open 10 – 11. apríl 2021
Her eru startlistarnir til svimjistevnuna “SuSvim Open” sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági hin 10. og 11. apríl 2021. Hetta vikuskiftið er síðsti kjansur at kvalifisera seg til EM í Budapest í mai mánaða, umframt at … Continue reading
Klárt at melda til FINA dómaraskeiðið 2021
Her er tilmeldingarskjalið í sambandi við FINA dómaraskeiðið á netinum in 7. til 9. mai 2021, sum SSF og FINA skipa fyri undir leiðslu av altjóða yvirdómaranum Jens-Christian Iversen. Sí viðfestu skrá, vit vóna at síggja millum 20 og 30 av okkara trúføstu … Continue reading
Innbjóðing til ABMS 2021
Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2021 (ABMS 2021), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 30. apríl til 2. mai 2021. Gevið gætur – vit mangla enn at fáa ásett lyklapersónarnar so sum kappingarleiðari og yvirdómari; men tað verður væntandi heilt … Continue reading
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2021
Svimjisamband Føroya hevði í dag hin 27. mars 2021 sín árliga aðalfund, í hølunum hjá Runavíkar kommunu í Saltangará. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av nevndarlimum, har Símun Michael Sørensen og Ólavur Hansen stóðu … Continue reading
Úrslit frá HS Open 13. -14. mars 2021
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygadagin hin 13. og sunnudagin hin 14. mars 2021. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, umframt vónandi heilt skjótt á SwimRankings.
Úrslit frá FLOT, FS og Reysta-stevnuni í Klaksvík 20. mars 2021
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum svimjifeløgini FLOT, Reysti og Fuglafjarðar Svimjifelag skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll í dag, leygardagin hin 20. mars 2021. Hetta var kapping fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum hesi eysturoyarfeløgini í felag skipaðu fyri í Klaksvík, … Continue reading








