Author Archives: rokur
Beinleiðis úrslit og stroyming frá FM/JM/Føroyaleikum 2021
Svimjisambandið stroymar aftur í ár frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil, sum er í Páls Høll í Vági nú hin 9. til 11. juli 2021, og sum kunnugt er partur av eisini Føroyaleikum 2021. Sí YouTube-rásina hjá Svimjisambandi … Continue reading
So er tað skjótt eisini NMU 2021
Nú fríggjamorgunin fer føroyska NMU-landsliðið úr Vágum umvegis Keypmannahavn og Palanga til Klaipeda í Litava, har Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2021 verður fyriskipað leygardag og sunnudag.
Elisabeth 1:04.67 í 100 rygg á EJM 2021
Elisabeth Erlendsdóttir royndi seg í morgun í sínari fyrstu kapping á Evropeisku Juniormeistarstevnuni í Róm, í 100 metra ryggsvimjing. Tað gekk upp á stás – hon setti persónligt met við tíðini 1:04.67, har hennara besta tíð til nú var 1:05.60 … Continue reading
Luttakaralistar til NMU 2021
Nú nærkast til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2021, har eisini tveir føroyskir svimjarar fara at luttaka. Fyriskipararnir í Litava hava júst sent okkum hetta leinki til luttakaralistarnar, sum benda á eina rættiliga sterka kapping, sum tær báðar Lea og Jóhanna … Continue reading








