Author Archives: rokur
Rakul og Dan úttikin sum dómarar til EM á stuttgeil 2025
European Aquatics fráboðaði í gjár, at Rakul í Lágabø og Dan Hjelm eru millum úttiknu dómarar til EM á stuttgeil 2025, sum verður í Lublin í Póllandi hin 2. til 7. desember 2025. Tey eru bæði altjóða dómarar, sí listan … Continue reading
Gallaveitsla á Viðareiði 15. november 2025
Góðu svimjifeløg í Føroyum, Vit vilja aftur í ár bjóða tykkum á Galla veitslu., sum verður hildin leygarkvøldið 15. november kl. 18. Vit fingu góðar afturmeldingar í fjør, og halda sjálvi tað eydnaðist orduliga væl – tí vóna vit, at … Continue reading
Evropeiskt svimjifrálæruskeið í Íslandi
Umboð fyri føroysk feløg og SSF vóru í vikuskiftinum á svimjifrálæruskeiði í Íslandi, at hoyra um nýggja Swim Safe Europe átakið hjá European Aquatics, við tilhoyrandi frálæruskipan. Eini 30 fólk vóru á skeiðnum tilsamans, íroknað 8 føroyingar úr FLOT, Hellufossi, … Continue reading
Innbjóðing til Ægir Open 24. – 25. oktober 2025
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, fríggjakvøldið 24. og leygardagin 25. oktober 2025. Hetta er opin stevna.
Havnar Svimjifelag á venjingarlegu í Turkalandi
Í hesum døgum er størsta svimjifelag í landinum, Havnar Svimjifelag, á venjingarlegu í Turkalandi. Fríggjadagin 10. oktober fóru, 21 svimjarar, 4 leiðarar og venjarar, úr Føroyum við Atlantic og fleyg yvir París til Antalya. Liðið verður aftur í Føroyum sunnudagin … Continue reading
Innbjóðing til FM/JM á stuttgeil 2025
Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2025, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 7. til 9. november 2025.








