Author Archives: rokur
Úrslit frá FML/JML 2025
Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2025, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági nú á Hvítusunnu hin 7. til 9. juni 2025. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify, umframt her … Continue reading
So er tað FM/JM á langgeil 2025
Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa hetta vikuskiftið fyri árligu FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2025, í Páls Høll í Vági. Stevnan byrjar við innleiðandi riðlum og juniormeistarastevnu nú leygarmorgunin kl 09:30, og fyrstu FM-finalur eru so aftur frá kl … Continue reading
Suðuroyar Svimjifelag søkir høvuðsvenjara
Suðuroyar Svimjifelag ella sum vit lokalu siga “SuSvim” søkir nýggjan høvuðsvenjara.
Væleydnað luttøka á EM í Open Water 2025
EM í Open Water var í Stari Grad á oynni Hvar í Kroatia nú hin 28. til 31. juni 2025, við eisini føroyskari luttøku. Tað gekk sera væl, nú okkara fingu úrslit í øllum teimum kappingum sum tey luttóku í, … Continue reading
So er tað EM í Open Water 2025
Í hesum døgum er EM í Open Water 2025, í Stari Grad á oynni Hvar í Kroatia. Føroyski hópurin er komin fram í øllum góðum, og eru klár at kappast hesar næstu tríggjar dagarnar.
Úrslit frá ABMS 2025
AldursBólkaMeistaraStevnan 2025 er fult í gongd í Svimjihøllini í Gundadali, við einum 171 tilmeldaðum svimjarum. Úrslitini síggjast so hvørt her á Swimify, og annars eru fólk vælkomin at koma at hyggja og heppa á hesi ungu. Tað er ókeypis at … Continue reading