Author Archives: admin
Kári svomið 50 rygg
Kári á Høvdanum hevur svomið 50 ryggsvimjing í fyrstu kapping í morgun. Tíðin hjá Kára gjødrist 26.37, ið er 27 hundraðpartar seinni enn tilmeldingartíðin. Kári legði væl út og var við inn í vendingina, men hevði ikki ein nóg góða … Continue reading
Shaila millum Garðarnar 3 tíggjundapartar undir tilmeldingartíð
Shaila millum Garðarnar hevur beint nú svomið innleiðandi í 100 frí, og við tíðini 0:58,21, hon betraði tilmeldingartíðina við 32 hundraðpartum. Millumtíðin var: 27,88 58.26 Shaila endaði á 51. plássið.
Pál betraði føroyska metið við tveimum sekundum í 400 frí
Pál hevur beint nú svomið innleiðandi í 400 frí, og við tíðini 3:42,57, nýtt føroysk met, men ikki nokk til at koma í finaluna í 400 metra frísvimjing. Millumtíðirnar vóru: 25.80 27.78 53.58 28.37 28.60 56.97 28.29 28.42 56.71 27.96 … Continue reading
Kári 4 sekund undir tilmeldingartíð
Kári á Høvdanum hevur sum fyrsti førosyki svimjari svomið sína kapping til EM. Tíðin hjá Kára í 100 firvald gjørdist 0:58,27, við einum útleggi uppá 0:27,17. Kári betraði sína tilmeldingartíð 1.02.42 við meira enn 4 sekundum. Kári endaði á 44. … Continue reading
Tríggir svimjarar í hylin í EM-kapping hósmorgunin
Hósdagin 11. desember byrjar EM-kappingin í Rijeka í Kroatia, og hava vit tríggir av okkara 4 svimjarum í hylin fyrsta dagin. Kappingin byrjar kl. 8.00 føroyska tíð og kunnu tit fylgja við beinleiðis á www.svimjing.com/live, har annars ein rúgva av … Continue reading
Nær svimja tey
Kári á Høvdanum, FS, (føddur 1. januar 1990) 100 Firvaldasvimjing, tilmeldingartíð 1:02,42, tilmeldaður sum nr. 46 av 52 – Hósdag 50 ryggsvimjing, tilmeldingartíð 0:26,11 tilmeldaður sum nr. 33 av 45 – Fríggjadag 100 Ryggsvimjing, tilmeldingartíð 0:56,13, tilmeldaður sum nr. 33 … Continue reading