Antidoping

Svimjisamband Føroya gevur seg fult og heilt undir allar dopingreglur ásettar av Ítróttasambandi Føroya (ÍSF) saman við Anti Doping Danmark (ADD), altjóða svimjisambandinum World Aquatics (AQUA) og altjóða antidopingstovninum WADA.

Hin 13. apríl 2024 vísa fylgjandi leinki til reglugerðir ÍSF og AQUA:

Gevið gætur at World Aquatics (AQUA) hevur herdar ásetingar í mun til tað sum vanliga er galdandi fyri ítróttarfólk, tá ið tað kemur møgulig TUE undantaksloyvi til luttakarar á AQUA-meistarastevnum sum HM á stuttgeil og langgeil. Her er neyðugt at senda inn TUE til AQUA at góðkenna, umvegis SSF.

Um ivamál eru viðvíkjandi antidoping, ber altíð til at seta seg í samband við SSF ella ÍSF.