Av tí at Kári J. á Høvdanum hevur valt at leggja forfólkasessin frá sær og samstundis fara úr starvsnevndini, so hevur starvsnevndin fyribils skipað seg av nýggjum.

Broytingarnar í starvsnevndini eru soljóðandi:
Forfólk: Alvi Hjelm
Næstforfólk: Annika Olsen
Harafturat er tiltakslimurin Rúni Gaardbo komin inn sum vanligur limur í starvsnevndina.
Ætlanin er at kallað inn til eykaðalfund seinnu helvt av september, har nýtt forfólk verður valt. Hetta verður mett mest skynsamt, soleiðis at vit fáa avgreitt summarið fyrst.
Feløgini kunnu tískil longu nú fyrireika seg til forfólkaval. Vit venda aftur við nærri boðnum hesum viðvíkjandi, og skal hetta eisini gerast og kallast inn í tráð við viðtøkurnar.
Starvsnevnd SSF









You must be logged in to post a comment.