Svimjisamband Føroya skipar hin 30. og 31. mai fyri dómaraskeiði í Svimjihøllini í Gundadali, sum alt eftir undirtøku er annaðhvørt tvær ferðir sama éindags-grundskeið til tíðtakara og vendidómara, ella fyrsta dag grundskeið og síðani møgulig víðariútbúgving næsta dag.

Talan er um grundleggjandi dómaraútbúgvingina hjá danska svimjisambandinum, har ein innleiðandi partur er skipaður sum e-læru í umleið 1.5 tímar, at fáa avgreitt áðrenn skeiðið byrjar, og síðani skeið í Gundadali í umleið 4-5 tímar.
Svimjisambandið vónar at so nógv sum gjørligt taka skeiðið, serliga við tí í huga, at vit hava Oyggjaleikir í 2027.
Vegna avmarkað pláss verða fólk biðin um at gera skjótt og tilmelda seg – eisini so at til ber at staðfesta, um talan skal vera um sama skeið til tveir hópar dag um dag, ella skeið fyrra dagin og síðani víðariútbúgving seinna dag.
Tilmeldingarfreistin er 13. mai kl. 12:00, og fer fram við at skriva til bjorg (kurla) ssf.fo.
Skeiðið er ókeypis, og sum skilst eru longu rættiliga nógv tilmeldað.









You must be logged in to post a comment.