Kári á Høvdanum hevur svomið 50 ryggsvimjing í fyrstu kapping í morgun. Tíðin hjá Kára gjødrist 26.37, ið er 27 hundraðpartar seinni enn tilmeldingartíðin.
Kári legði væl út og var við inn í vendingina, men hevði ikki ein nóg góða vending. Hann endaði á einum samanlagdum 38. plássið.