Gallaveitsla á Viðareiði 15. november 2025

Góðu svimjifeløg í Føroyum,

Vit vilja aftur í ár bjóða tykkum á Galla veitslu., sum verður hildin leygarkvøldið 15. november kl. 18. Vit fingu góðar afturmeldingar í fjør, og halda sjálvi tað eydnaðist orduliga væl – tí vóna vit, at vit aftur í ár kunnu fáa eitt stuttligt og hugnaligt kvøld saman.

Íðkaranevndin skipar fyri Galla veitslu, har vit skapa fokus á at hava eitt hugnaligt kvøld saman, samstundis sum heiðrar, avrik og úttøkur verða heiðraði.

Kravið fyri at luttaka á Galla veitsluni er, at ein skal hava klára bronsunálina innan tað seinasta árið. Útyvir svimjarnar eru venjarar, dómarar og nevndarlimir runt í feløgunum, umframt nevndirnar í SSF vælkomnar at tekna seg.

Kostnaðurin fyri at luttaka á Galla er 350 kr. fyri svimjarar og 400 kr. fyri nevndarlimir og venjarir.

Tilmeldingin fer fram við at flyta peningin á konto 6460-0003814469 – minst til at viðmerkja navn og felag.

Tilmeldingin er longu opin, og freistin at melda til er mikudagin 29.oktober. Eru tað nøkur, ið klára bronsunálina til FM á stuttgeil 7-9 november, so finna vit eina loysn – vinarliga boðað frá skjótast gjørligt, um so er.

Vit gleða okkum til eitt spennandi og hugnaligt kvøld saman, har tað verður borðreitt við lekkrari 3-rættaða matskrá, handan av Ársins Svimjarum og Stjørnuskot, umframt nøkur afturat. Eisini fara vit at handa bronsunál v/stjørnu, silvurnál, silvurnál v/stjørnu, gullnál og gullnál v/stjørnu – og til seinast verða landsliðini sum skulu umboða Føroyar til NM/NJM og EMS avdúkaði. Umframt hetta verður eisini sangur og ymiskt undirhald.

Gisting á Hotel Norð

Tað er møguligt at gista á hotellinum. Tó skal hetta bókast uttan um okkum. https://www.hotelnord.fo/komur. Tað skulu tað vera min. 5 kømur bókaði fyri at tey kunnu veita morgunmat dagin eftir.

Vinarliga boða frá skjótast gjørligt, um tit hava ovurviðkvæmi, og tí ikki eta allan mat, so kunnu vit tillaga hetta eftir tørvi.

Vit vóna at vit fáa eitt hugnaligt kvøld saman, og vónandi kann hetta enn einaferð verða eitt tiltak, ið skapar enn meira samanhald og trivna í svimjingini í Føroyum.

Um spurningar eru, so kontakta okkum enduliga 🙂

Við vón um vælvild,

Íðkaranevndin SSF

This entry was posted in Felagsskapur. Bookmark the permalink.