Elisabeth 28.45 og føroyskt met í 50 rygg

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) megnaði nú á døgverða at seta nýtt føroyskt met í 50 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Oyggjaleikum 2025, sum fyrsti svimjari hjá okkum í 4×50 blandað fyri kvinnur, svam seg til úrslitið 28.45. Hon átti sjálv føroyska metið á 28:49, frá Oyggjaleikum á Guernsey í 2023.

Elisabeth á Oyggjaleikum 2025. Sabina Poulsen eigur myndina
This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.