Úttøka til HM 2025

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til HM 2025, sum verður í Singapore hin 27. juli til 3. august 2025:

  • Líggjas Joensen (2008, Ægir)
  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS)
  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS)
  • Lea O. Højsted (2008, Ægir)
Image courtesy of Aleksandr ZykovCC BY-SA 2.0

Úttøkan er treytað av, at svimjararnir luttaka í teimum fyrireikingum sum SSF skipar fyri, og fráboða um møguligan skaða ella annan darv, sum lýst í reglugerð SSF fyri úttøku og kravtíðir:

https://ssf.fo/felagsskapur/reglugerd/reglugerd-um-uttoeku-og-kravtidir/

Eitt krav er til dømis, at gjøgnumføra antidopingskeið frá Anti Doping Danmark ella WADA, um viðkomandi ikki longu hevur galdandi prógv:

Gevið hartil gætur, at World Aquatics krevur vaksinu ímóti gulan fepur (yellow fever).

Svimjararnir skulu vátta í seinasta lagið hósdagin 1. mai, um teir ynskja at taka av hesari úttøku.

Ferðaleiðari verður Barbara Debes og venjari Rúni Gaardbo

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.