Eitt harralið hjá Havnar Svimjifelag megnaði í dag at betra um føroyska metið í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið teir á Swim Open Tórshavn í Svimjihøllini í Gundadali svumu seg til úrslitið 4:01.88, har metið hjá HS frá 2018 var 4:11.85. Ein betring á 9,97 sekund, sí úrslitalistan her á Swimify
