Íðkaranevnd SSF hevði fingið í lag nakrar heiðrar afturat til íðkarar og felag, til gallaveitsluna nú leygarkvøldið hin 16. november 2024.
Ársins startur
Ein svimjari, sum serliga tekur seg fram aftaná startin, og hervið tekur seg framum kappingarneytarnar.
Ársins start átti Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003, HS)
Ársins endaspurtur
Ein svimjari, sum serliga hevur eyðkenni at hava góðan endaspurt, ella í einari serstakari kapping í seinasta árið hevði ein minnisverdan endaspurt
Ársins endaspurt átti Líggjas Joensen (2008, Ægir)
Ársins hæddarlop
Ein svimjari, sum á serligan hátt hevur tikið seg fram, ikki neyðugt millum tey allarskjótastu, men í seinasta árið hevur víst serliga góða og skjóta framgongd.
Ársins hæddarlop átti Jórun Winther (2011, SuSvim)
Ársins comeback
Ein svimjari, sum seinasta árið er komin fyri seg eftir drúgt tíðarskeið, ið kann vera steðgur, skaði ella aðrar avbjóðingar.
Ársins comeback átti Jóni Janusarson Strøm (2006, HS)
Ársins felag
Ársins felag hevur fyrst og fremst ein góðan og sunnan felagsskap og er sjónligt, har bæði ung og eldri trívast.
Ársins felag er Suðuroyar Svimjifelag (SuSvim)