AÐALFUNDUR
Aðalfundur í Svimjisamband Føroya verður leygardagin, hin 28. oktober 2006 – kl 10.00
í ÍSF-húsinum
Dagsskráin er hendan
1. Val av orðstýrara.
2. Starvsnevndarformaðurin leggur fram frágreiðingar frá virki sambandsins í farna ári.
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan rokniskap.
4. Innkomin mál.
5. Val av nevndum og eykamonnum.
6. Ymiskt.
Møgulig uppskot til aðalfundin vera at senda til starvsnevndina innan 13. oktober 2006.
Klaksvík, tann 20. september 2006
Vegna starvsnevndina
Palli Ziskason, formaður.