Starvsnevnd SSF hevur sett Sølva Reinert Hansen í starv sum aðalskrivari í Svimjisambandi Føroya, frá 1. september. Uppgávan er at hjálpa at fyriskipa og menna føroyska svimjing, umframt tilhoyrandi virksemi so sum lívbjarging og svimjiførleiki.
Sølvi hevur drúgvar royndir í føroyskum ítrótti, serliga við nevndarvirksemi í Føroyum og uttanlanda, har hann hevur verið millum annað ráðgevi, aðalskrivari og forseti ÍSF, og nevndarlimur í altjóða oyggjaleikanevndini IIGA.
Seinastu 13 árini hevur hann starvast sum mentanarleiðari hjá Runavíkar kommunu, har hann millum annað hevur fingist við at fáa í lag býtislykil til ítróttarstuðul og frítíðarkortið Spjaldur, umframt at hava havt virknan leiklut í byggingini av Bylgjuni, nú skjótt við svimjihøll eisini.
Svimjisambandið hevur seinasta hálvtannað árið virkað uttan aðalskrivara, har í staðin forfólk og nevnd hava tikið sær av hesum. Tað er gingið nøkulunda, um enn við avmarkingum vegna væntandi arbeiðsorku, serliga í vanligari arbeiðstíð.
Vit vænta okkum nógv av nýggja samstarvinum, har Sølvi óivað kann læra okkum ymiskt um, hvussu Svimjisambandið kann betrast og mennast. Møguleikarnir eru mangir, millum annað vegna nýggju svimjihallirnar sum eru á veg í Havn og í Runavík.
Beint fyri framman er millum annað norðurlendsk ráðstevna um svimjifrálæru, sum Svimjisambandið er vertur fyri í Norðurlandahúsinum í oktober. Lesið meira um hesa ráðstevnu á ssf.fo/learn2swim
Við svimjikvøðu
Vegna SSF
Rókur í Jákupsstovu, forfólk
Um Svimjisamband Føroya
SSF er hægsti myndugleiki í øllum svimjiviðurskiftum í Føroyum. Endamálið er at menna og skapa áhuga fyri svimjiítróttina, at betra um heilsustøðuna og møguleikanum fyri lívbjargni, og at seta krøv til lívbjarging og trygd í sambandi við svimjing.
SSF virkar fyri samstarvi, tryggleika og trivnaði í føroyskari svimjing, so at sum flest kunnu íðka trygt á tí støði og við tí førleika, sum viðkomandi hevur.