SSF-dreingir 7:56.77 og bronsu og stórt føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí á NMU 2024

Dreingirnir hjá okkum megnaðu í dag at vinna flott norðurlendskt bronsuheiðursmerki í 4×200 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir á NMU 2024 í Helsinki svumu seg til úrslitið 7:56.77. Sí úrslitalistan her

SSF-dreingir bronsu í 4×200 frí á NMU 2024. Rakul í Lágabø eigur myndina

Tíðin er stórt føroyskt landsliðsmet eisini, í mun til 8:09.41 frá NMU í 2012. Ein betring á heili 12,64 sekund, í mun til tað sum Eyðbjørn Joensen, Markus Joensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen svumu á sinni.

Og eftirsum at hetta nú var á NMU, so er tað neyðturviliga eitt stórt nýtt føroyskt landsliðsmet fyri juniorar eisini, har metið var hitt sama frá 2012.

Teir sum svumu fyri Føroyar í dag, vóru Líggjas Joensen (2008, Ægir) 1:53.31, Oddvaldur Leivsson (2008, HS) 1:58.90, Fróði Hansen (2008, FS) 2:05.16 og Silas Dam Lindberg (2008, HS) 1:59.40.

This entry was posted in Óbólkað. Bookmark the permalink.