Líggjas Joensen royndi seg í morgun í 400 metra frísvimjing á HM 2024 í Doha, og megnaði har at svimja seg til úrslitið 4:08.59. Sí úrslitalistan her
Hetta er gott hálvt sekund frá bestu tíð hjá honum nakrantíð, sum er 4:08.06 frá Danish Open í fjør, og eru tað bara fýra føroyingar sum hava svomið skjótari.
Teir sum hava svomið skjótari enn Líggjas, eru Pál Joensen (3:46.84), Óli Mortensen (3:56.76), Alvi Hjelm (4:02.29) og Marius Ihlen Gardshodn (4:05.36)
Líggjas varð nr 49 av 56 í 400 frí, nú á HM 2024, og var yngsti svimjari í kappingini.
Næsta og síðsta kapping hjá honum er í ovurmorgin, tá ið hann skal royna seg í 800 metra frísvimjing. Sí startlistan her