Góðu forfólk!
Sum tykkum kunnugt, so hevur tað í eina tíð verið arbeitt fram ímóti at fáa mannað eina íðkaranevnd undir SSF. Inntil víðari hava tað verið Signhild og Pál sum hava sitið í nevndini, men vit fara nú undir at skipa eitt val, so vit fáa eina fullmannaða nevnd.
SSF sóknast tí eftir íðkarum, ið hava valrætt ella valbæri til Íðkaranevndina í SSF. Íðkaranevndin umboðar sjónarmiðini hjá aktivu svimjarnum, og er ráðgevandi hjá starvsnevnd, og undirnevndum í SSF. Forfólki í Íðkaranevndini fær sæti í starvsnevndini hjá SSF. Valrætt hava tey ítróttarfólk, sum eru fylt 15 ár, og valbæri tey ítróttarfólk sum eru fylt 18 ár, ið hava umboðað teirra felag á føroyskari meistarastevnu undir SSF í seinasta lagi átta ár undan uppstilling til val í nevndina. Víst verður til reglugerðina fyri Íðkaranevndina, ið bleiv samtykt á aðalfundinum tann 23. mars 2023, sí reglugerð. https://ssf.fo/felagsskapur/reglugerd/reglugerd-fyri-idkaranevnd-ssf/
Víst til reglugerðina, so seta limafeløg í SSF fram uppskot um nevndarlimir. Feløg kunnu innstilla upp til tvey umboð hvør, tó við teirra treyt, at tey tvey umboðini hava hvør sítt kyn. Nevndin skipar seg sjálv, og vit gera tí vart við at nøkur vera vald fyri 4 ár, og nøkur í 2 ár, fyri at fáa byrjan á rullið – meira um hetta seinni.
Íðkarar kunnu sjálvir stilla upp. Hertil krevst 10 stillarar, sum sjálvir hava valrætt.
Við innstillan skal fylgjandi oyðiblað fyllast út: https://form.jotform.com/232915221292350
Freistin at stilla upp er fríggjadagin 10. november 2023.
Nærri kunning um valdato og annað kemur seinni.
Við vón um vælvild
Íðkaranevnd SSF