Føroysk úrslit á NMU 2023

So er Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2023 liðugt avgreitt, sum var í Jönköping í Svøríki. Tað gekk væl hjá okkara svimjarum – Bjarta setti tvey persónlig met og Róa fýra, og hartil svam Róa seg til silvurnál við stjørnu.

Føroyski NMU-hópurin í Jönköping. Johan Martin Thorsteinsson eigur myndina

Føroysku úrslitini síggjast her á Swimify, og allur úrslitalistin her á LiveTiming

Johan Martin Thorsteinsson hevur gjørt okkum hesi yvirlit yvir úrslitini hjá teimum báðum

Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim)

Róa Trygvadóttir (2008, Ægir)

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.