Fyrst skal eg vegna Svimjisambandið takka fyri, at vit í dag blivu boðin higar, at undirskriva stuðulsavtalur við Norðoya Sparikassa og Atlantic Airways.
At hetta verður gjørt í dag í Runavíkar Kommunu, er ikki av tilvild.
Vit, sum eru við í føroyskari svimjing í dag, halda at umstøðurnar at íðka hesa ítróttargrein ikki eru tær bestu. Her hugsa vit um, at tað einans eru 3 svimjihallir í landinum, sum hava hyljar, sum uppfylla altjóða mál, tvs 25 metra hyl, sum er krav til kappingar. Hetta ger, at tað er trupult hjá svimjarum, at menna seg enn meiri, og harvið gera seg galdandi í kappingum á altjóða støði, samstundis, sum tað er trupult hjá okkum, at bjóða okkum fram sum vertir og fyriskiparar av altjóða kappingum í Føroyum.
Her í kommununi er ongin almennur svimjihylur og onki svimjifelag, hóast hetta er ein av størri kommununum í landinum. Vit mugu vóna at svimjing fær høga raðfesting í kommununi her, eins og í øðrum kommunum við.
Eisini er tað lívsfarligt ikki at duga at svimja !
Tað er tó vert at leggja til merkis at av øllum fólkaskúlanæmingum ( uml. 7.500) í Føroyum, eru bert nakrir heilt fáir ( færri en 50) sum ikki fáa regluliga svimjiundirvísing.
Um vit skulu gera okkum enn meiri galdandi í kappingum, mugu umstøður mennast og betrast alla tíðina, og til hetta krevjast góður stuðlar, bæði til lokalu svimjifeløgini og landsliðið.
Vit eru sera takksom fyri at Norðoya Sparikassi og Atlantic Airways tóku av møguleikanum at vera stuðlar hjá okkum og vóna vit at hetta samstarv kann vera til fyrimunar fyri okkum øll.
Stóra takk fyri !