Um eina viku byrjar Atlantic Open 2023, sum er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir á Guernsey í summar. Viðfestur er luttakaralistin nú tilmeldingarfreistin er farin, tilmeldingarnar síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimify.com
Til nú eru tey 5 sum eru fráboðað at hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir:
- Alisa Vestergård (2003) úr Suðuroyar Svimjifelag
- Bartal E. Eidesgaard (2003) úr Havnar Svimjifelag
- Eyðrið Mortensen (2003) úr Havnar Svimjifelag
- Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag
- Vár E. Eidesgaard (2001) úr Havnar Svimjifelag
Hartil hevur starvsnevnd SSF samtykt at vilja góðtaka úrslit hjá Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag sum kravtíð til Oyggjaleikir, hóast tað er klárað á langgeil har Oyggjaleikir eru á stuttgeil.
Kravtíðirnar hjá SSF eru meðaltíðin av veikastu heiðursmerkjatíðum frá seinastu trimum Oyggjaleikum, sum merkir at hesi burdu ligið væl fyri til í øllum førum finalupláss á Oyggjaleikum.
Tað sum vit tó ikki vita, er hvussu støðan er hjá hinum oyggjunum, nú aftaná korona.
Livst so spyrst.