Starvsnevnd SSF hevur í samráð við Suðuroyar Svimjifelag, og við fráboðan til feløgini, avgjørt at býta um uppá dagfestingarnar av hesum báðum stevnum:
- SuSvim Open (50m) 15. – 16. apríl 2023
- Atlantic Open (25m) 18. – 20. mai 2023
Orsøkin er, at kravtíðarfreistirnar til Oyggjaleikir og HM 2023 annars eru nógv áðrenn freistirnar frá viðkomandi fyriskiparum, vegna ynskið hjá okkum um altíð at enda kravtíðarskeið við eini viðkomandi stevnu her í Føroyum.
Í verandi løtu er kravtíðarfreistin til Oyggjaleikir longu hin 19. mars, hóast tilmeldingarfreistin frá IIGA og ÍSF ikki er fyrr enn síðsta vika í apríl.
Og eftirsum at FINA hevur ásett 11. juni sum tilmeldingarfreist til HM, er síðsta langgeilastevna áðrenn tað, SuSvim Open 15. – 16. apríl 2023.
Nú vit býta um uppá dagfestingina av hesum báðum stevnum, so kann evstamarkið til Oyggjaleikir í staðin verða hin 16. apríl 2023, og til HM hin 21. mai 2023.
Atlantic Open má tá møguliga møguliga broyta skap, til at vera bara leygardag og sunnudag, ella møguliga eisini fríggjakvøld, har upprunaætlanin var at brúka Kr. Himmalsfaradag til at kunna hava hesa stevnu í 3 dagar.
Nýggju dagfestingarnar eru sostatt:
- Atlantic Open (25m) 14. – 16. apríl 2023
- SuSvim Open (50m) 20. – 21. mai 2023
Sum avleiðing av hesum, verður kravtíðarskeiðið til Oyggjaleikir nú longt til at enda hin 16. apríl, heldur enn hin 19. mars, og klárt er eisini at senda út úttøkuskipanir til stevnurnar á langgeil í summar.
Við svimjikvøðu
Starvsnevnd SSF