Líggjas 16:47.36 og gull í 1500 frí á Reykjavík International 2023

Líggjas Joensen úr Ægir vann fyri løtu síðani gull á Reykjavík International 2023, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing á langgeil svam seg til úrslitið 16:47.36, frammanfyri íslendska Magnus Vidir Jónsson á 16:48.78 og slovakiska Richard Urban á 17:15.40.

Hetta var stórt persónligt met hjá Líggjasi, har besta tíð til nú hjá honum var 17:22.00 frá NMU í Tallin í fjør summar. Og, hann vann vist nokk yngra bólkin eisini, frammafyri Magnus Vidir og Birgir Hrafn Kjartansson á 18:27.23.

Sí úrslitalistan her. Tað var ein sera spennandi kapping, har teir báðir Líggjas og Richard fyrstu fylgdust fremst eina góða løtu, áðrenn Magnus Vidir gjørdi ein vørr og legði seg fremst. Tá ið Líggjas so fór eftir honum, misti Richard.

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.