So er NM/NJM 2022 væl og virðiliga byrjað, við innleiðandi riðlum leygarmorgun og finalum leygarkvøldið. Føroyska stafettin fyri dreingir setti í finaluni 4×200 frí juniorlandsliðsmet, við tíðini 7:58.23 har metið frá 2015 var 7:58.75.
Teir fýra sum svumu í finaluni nú, vóru Isak Brisenfeldt (2006, HS) 1:57.53, Bárður Ólavsson (2008, FS) 2:06.52 , Heini M. Askham (2006, Ægir) 1:56.71 og Líggjas Joensen (2008, Ægir) 1:57.47.
Teir fýra sum svumu í 2015, vóru Marius Gardshorn (1998, HS) 1:56.11, Róland Toftum (1998, SuSvim) 1:58.01, Rói Bech (2001, SuSvim) 2:02.79 og Rókur Trygvason (2000, Ægir) 2:01.84