SSF hevur samtykt á aðalfundi tann 9. apríl 2022 at fylgja reglugerðini hjá World Aquatics um fyribyrging av ágangi og misbrúki. Sí World Aquatics Rules On The Protection from Harassment and Abuse, á https://www.worldaquatics.com/rules/integrity
Reglugerðin hevur sín uppruna í yvirlýsingini frá altjóða olympisku nevndini um fyribyrging av ágangi og misbrúki í ítrótti.
Hendan reglugerð verður sett í verk við tí endamáli, at tryggja limunum verju, trivnað og fyribyrging ímóti ágangi og misbrúki. Tey, ið eru fevnd av hesi áseting eru íðkaðarar, nevndarlimir, venjarar, starvsfólk, umboð, tænastufólk og hjálparfólk í breiðum høpi hjá SSF, sí nærri lýsing undir 3. Defintion í nevndu World Aquatics Rules on the Protection from Harassment and Abuse.
SSF hevur skyldu til at tryggja eitt ítróttarumhvørvi, ið er stuðlandi og trygt við góðum trivnaði, og har harðskapur ikki finst. Við hesi reglugerð um fyribyrging av ágangi og misbrúki í svimjiítróttini kann SSF betri verja sínar limir fyri ágangi av ymiskum slagi og misbrúki í breiðum høpi. Øll tey, ið eru fevnd av hesi reglugerð, hava egna ábyrgd av at verða vitandi um hesar bindandi reglur. Tey, ið reglugerðin fevnir um, skulu greidliga samtykkja reglugerðina hjá SSF, og hvussu hon verður brúkt, her undir tær reglur, sum løgskipa gerðarrættarúrskurð. SSF tilskilar sær rættin at lýsa ávís brot úr leiðreglunum, hóast SSF fylgir allari reglugerðini hjá World Aquatics um fyribyrging av ágangi og misbrúki World Aquatics Rules On The Protection from Harassment and Abuse.
Brot úr reglugerðini:
Ikki loyvd atferð í kap. 4
4.1.1 Ágangur
Hvør einstøk gerð, hvørt tað er ósemja, vansorgan, sálarligt misbrúk, kropsligt misbrúk og kynsligur ágangur kunnu hvør í sínum lagi og/ella ein samanseting av hesum gerðum elva til brot á reglugerðina hjá SSF.
4.1.2 Eyðmýking
Hvør einstøk gerð av ráddum huga ella tilætlað íkomin støða, som kann elva til ráðaloysi, ágang ella háðan og fremjan av kensluligum, kropsligum ella kynsligum skaða á ein persón, ið er fevndur av hesi reglugerð, er brot á reglugerðina hjá SSF, uttan mun til hvussu tann álopni persónurin luttekur.
4.1.3 Vanrøkt
Um persónur, ið er fevndur av hesi reglugerð, vanrøkir sína umsorganarskyldu av øðrum persóni, ið eisini er fevndur av reglugerðini, við at eggja til skaða, loyva skaða ella at skapa hóttandi vandar, ið elva til skaða, so fremur viðkomandi brot á reglugerðina hjá SSF.
4.1.4 Sálarligt misbrúk
Er eitt mynstur av tilvitaðum óhøviskum atburði, og endurtøkur av óhøviskum atburði í valdsviðurskiftum. Hesin háttur fyri misbrúki er kjarnan í øllum hættum innan ágang og misbrúk. Hesin háttur er brot á reglugerðina hjá SSF.
4.1.5 Kropsligt misbrúk
Er hvør einstøk tilvitað og illvilja gerð sum t.d. eitt kropsligt slag, avsmurningur, spark, bit og arðar kropsligar gerðir, ið særa og/ella elva til kropsligar løstir og/ella skaðar. Kropsligt misbrúk er brot á reglugerðina hjá SSF.
4.1.6 Kynsligur ágangur
Er hvør einstakur munnligur ella kroppsligur atburður av kynsligum slagi/dámi, sum er óynsktur. Kynsligur ágangur fevnur um bæði týðiligan og undirskiltan kynsligan atburð, fyrispurningar um kynsligar tænastur og annan munnligan ella kropsligan atburð av kynsligum slagi/dámi. Kynsligur ágangur kann eisini vísa seg sum seksuelt misbrúk. Kynsligur ágangur er brot á regulgerðina hjá SSF.
Gildiskoma
Reglugerð um fyribyrging av ágangi og misbrúki kom í gildi við aðalfundarsamtykt tann 9. apríl 2022, og varð dagførd av starvsnevndini við kunning til aðalfund SSF hin 13. apríl 2024.