Etisk reglugerð hjá SSF

Endamál

Endamálið við hesi reglugerð er fremja tey flest møguligu etisku virðini innan svimjiítróttina. Fyri at røkka hesum máli, hevur SSF samtykt á aðalfundi 9.apríl 2022 etiskt reglugerð, ið skipar meginreglurnar fyri etiskan hugburð og atburð. Hendan ásetingin fylgir ásetingini hjá World Aquatics um etiskar leiðreglur. Ásetingar skulu verða viðvirkandi til fyri at tryggja integritetin hjá SSF og harvið tryggja virðiligan hugburð og atburð í svimjiítróttini. 

Virkisøki

Etisku leiðreglurnar eru galdandi fyri allar limir hjá SSF, herundir nevndarlimir, starvsfólk, umboð, venjarar og onnur hjálparfólk (Hereftir nevnd tænastufólk), sum eru vald ella sett at virka fyri SSF. Tað er eisini galdandi fyri løgfrøðiligar ráðgevar og bæði persónligar og vinnuligar sáttmálapartar, ið á ein hátt umboða og/ella tæna SSF.

§1 Javnstøða – lógarbann móti mismuni

Eingin mismunur og/ella mannamunur vegna kyn, ættarslag, átrúnað, kynsligan samleika, aldur, brek ella politiska sannføring verður loyvd.

§2 Virðileiki – tað at verða virðiligur í sínum atburði

Allir hættir, har viðkomandi ger ónáðir í sínum atburði, hvørt tað er á ein kropsligan, sálarligan ella kynsligan hátt, eru strangliga bannaðir.

§3 FAIR PLAY – Ærligt spæl

Rættvís viðgerð er grundleggjandi meginregla í svimjiítróttini.

Stk.1 Mutur og veddimál til frama fyri ávirkan av kappingarúrslitum, ið verða framd av persóni, ið er fevndur av hesi etisku reglugerð, eru undur ongum umstøðum lógligt virksemi.

Stk.2 Hvør einstakur persónur, sum er fevndur av hesi etisku reglugerð, skal vísa í verki nærlagni og umhugsni í teirra umboðan vegna SSF. Við tí kravið um, at viðkomandi persónur, ið hevur móttikið upplýsingar og kunning, ikki letur upplýsingar og kunning víðari til triðja persón, ið við illvilja ynskir at skaða áhugamál hjá SSF og tess umdømið.

Stk.3 Hvørki leiðsla, starvsnevndarlimir, starvsfólk ella limir í øðrum nevndum undir SSF kunnu koma við neiligum viðmerkingum um etisku reglugerðina, sum SSF hevur samtykt á aðalfundi tann 9. apríl 2022.  

Integritetur og ábyrgd 

§4 Tað áliggur SSF og tí einstaka liminum í SSF at verja integritetin og trúvirðið, so at SSF kann virka uttan trýst frá einstaklingum ella bólkum, sum av politiskum, fíggjarligum ella øðrum orsøkum kunnu hugsast at vilja ávirka virksemi hjá SSF. 

§5 Tænastufólk hjá SSF eiga ikki at átaka sær uppgávur, arbeiði, búskaparligar ella aðrar bindingar, ið kunnu sáa iva um, hvat endamálið er við uppgávuni. Tey eiga ikki at koma sær í støður, har ivi kann sáast um teirra trúvirði, og tey eiga at gáa um viðurskifti, ið kunnu ávirka gegnið hjá tí einstaka tænastufólkinum. 

§6 Einki tænastufólk hjá SSF skal beinleiðis ella óbeinleiðis biðja, góðtaka ella bjóða øðrum nakað loyniligt viðurlag, umboðsløn, samsýning, fyrimunir ella tænastur av einhvørjum slagi í sambandi við sína tænastu.

§7 Tænastufólk hjá SSF eiga ikki at misnýta sína støðu til egnan fyrimun. Tænastufólk hjá SSF kunnu hvørki biðja um ella góðtaka fyrimunir, undirhald ella býtisgávur fyri ella sum treyt fyri útinnan av teirra uppgávum ella eggjan fyri at fremja ávísa avtalu. Bert hóskandi gávur og blíðskapur kunnu góðtakast, men bert um tað er innanfyri spekt og sóma, ið er vanligur háttur at sýna gestablídni. Hóskandi gávur skulu ikki skapa illgruna um tænastufólksins objektivitet og ópartískheit og heldur ikki gera integritetin hjá SSF fyri skommum. Fólk í tænastu hjá SSF kunnu ikki verða partur av eini fyritøku, organisatión ella verða í hóslag við persón hvørs virksemi er ósambæriligt við endamálið hjá SSF og tess áhugamál. Um ein tílík støða tekur seg upp, skal hon leggjast fram fyri starvsnevndina til støðutakan.

Uttanpartastøða

§8 Eins og SSF í sínum verki er uttanveltað í politiskum og trúarviðurskiftum smb. § 14 í Lóg fyri Svimjisambad Føroya, so skal tænastufólk í teirra virksemi fyri SSF verða verandi uttanveltað og virka í trá við viðtøkurnar, aðalmál og etisku reglugerðina hjá SSF, hetta fyri at verja virksemi og integritetin hjá SSF.

Áhugamálsstríð

§9 Tænastufólk hjá SSF skal í sínum verka virka til fyrimun hjá SSF, tá ið viðkomandi tekur avgerðir, sum ávirka ella kunnu ávirka SSF uttan tilskilan til teirra persónligu áhugamál hvørki fíggjarliga ella onnur áhugamál.

§10 Áðrenn tænastufólk hjá SSF verða sett ella vald, verður tað álagt viðkomandi, at greiða starvsnevndini frá um møgulig persónlig áhugamál kunnu verða knýtt at framtíðarvirksemi hjá SSF.

Hetta er eisini galdandi fyri virkandi tænastufólk hjá SSF, tá viðkomandi tekur avgerðir í sínum virksemi vegna SSF har tað kann verða í stríð við persónlig áhugamál, hvørt tað er til egnan fyrimun ella ætt, vinir og kenningar. Leiðreglan er eisini galdandi, tá ið tænastufólk gera avtalur við stuðlar, veitarar av ymiskum slagi, so skal tað verða til fyrimuns fyri SSF og ikki hava persónlig áhugamál til egnan fyrimun. Tá hevur tænastufólkið skyldu til at boða starvsnevndini frá, hetta fyri at tryggja gegni hjá viðkomandi og somuleiðis integritetin hjá SSF. Um ein tílík støða tekur seg upp, skal málið leggjast fyri starvsnevndina til støðutakan. 

Tilfeingi

§11 Hvør tænasta sum verður givin frá stuðlum, samstarvsfeløgum ella øðrum viðhaldsfólkum frá øðrum ítróttarsambondum/tiltøkum skal verða í sátt við meginreglurnar í etisku reglugerðini hjá SSF. Við teirri styrki, ið tænastan hevur, skal hon undir ongum umstøðum órógva raksturin ella virksemi hjá SSF.

Trúnaður og GDPR

§12 Tænastufólk kunnu ikki geva upplýsingar víðari til triðja persón, sum eru givnar teimum í trúnaði av SSF. Tænastufólkið og SSF skulu í felag tryggja, at viðgerðin av persóndátuupplýsingum lýkur ásetingarnar í løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum, nevnd dátuverndarlógin.

Íverksetan og frágreiðingar og samstarv

§13 Persónur ið er fevndur av hesum etisku leiðreglum skal geva starvsnevndini eina fráboðan so skjótt sum viðkomandi er varugur við eitt hvørt brot á etisku reglugerðina.

§14 Eftir áheitan frá starvsnevndini hava teir persónar, ið eru fevndir av etisku reglugerðini, skyldu til at greiða frá málinum og/ella greiða frá møguligum brotum á etisku reglugerðina hjá SSF. Starvsnevndin hevur heimild til at siga nevndarlim, starvsfólk, tænastufólk, umboð ella øðrum hjálparfólki úr tí tænastu viðkomandi hevur virkað í, um viðkomandi próvfast ger ímóti etisku reglugerðini og/ella próvfast arbeiðir ímóti endamálinum hjá SSF. 

Gildiskoma

Etisk reglugerð hjá SSF kom í gildi við aðalfundarsamtykt tann 9. apríl 2022, og varð dagførd av starvsnevndini við kunning til aðalfund SSF hin 13. apríl 2024.