HS 3:54.52 og føroyskt met í 4×100 frí fyri mix-lið

Havnar Svimjifelag setti í gjár føroysk met í 4×100 metra frísvimjing fyri mix-lið, tá ið tey í finaluni á Føroyameistarastevnuni 2022 svumu hendan tein uppá 3 minuttir, 54 og 52 hundraðpartar. Havnar Svimjifelag átti nú farna metið á 3:56.41, frá hesi somu stevnu í fjør summar.

Tey sum svumu fyri HS, vóru

  • Bartal E. Eidesgaard (2003) 54.21
  • Vár E. Eidesgaard (2001) 59.33
  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005) 1:01.95
  • Isak Brisenfeldt (2006) 59.03

Sí úrslitalistan her á livetiming.se

Vár, Isak, Elisabeth, Bartal og Panos í Páls Høll
Erling Eidesgaard eigur myndina
This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.