Hóast í so nógvir av okkara bestu svimjarum eru givnir, hetta góða árið sum korona hevur herjað, so var hesin fyrsti dagurin avgjørt bæði undirhaldandi og lovandi, á FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021. “HS Mix 1” trýsti føroyska metið eitt fitt petti niður í 4×100 frí fyri mix-lið, og teir yngru svimjararnir góvu í heilum teimum eldru skarpan gang, eisini í FM-finalunum.
Sí úrslitalistarnir her, har munir listaðir sum yvir 100% eru tær sum í innleiðandi riðlum og í beinleiðis finalum vóru betri enn tilmeldingartíðirnar, meðan tær í FM-finalunum kunnu hava verið ‘bara’ betri enn tíðin frá innleiðandi riðlum.
Onkur kapping var serliga undirhaldandi, so sum tá ið Heini Mohr Askham úr Ægir kom inn til síðstu vending í 200 blandað sum fjórskjótasti svimjari, fyri síðani at seta allar uppá pláss teir síðstu 50 metrarnar frí.
Ella tá ið Eyðrið Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Jonna Joensen úr Ægir togaðust um at vinna somu grein fyri kvinnur, har Jonna var greitt á odda aftaná fyrstu 50 firvald, fyri at tað síðani var mestsum javnt aftaná næstu rygg, áðrenn Eyðrið dró frá í bringu, og Jonna so kom aftur í frí, so at munurin við málenda var bara 0,02 sekund.
Vit mangla svimjarar, bæði í senior- og í juniorbólkinum; men tað skulu hesi góðu 50 so ikki latast fyri. Tey góvu tað sum tey áttu, og vit onnur fingu undirhald fyri allar pengarnar.
Í morgin er tað aftur fyrsti innleiðandi riðlar og juniormeistarstevna frá kl 09:30 fyrrapartin, og síðani FM-finalur frá kl 17 seinnapartin.
Vit gleða okkum
Rókur