Svimjisambandið hevur úttikið fylgjandi svimjarar til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna í svimjing 2021, sum verður í Róm í Italia hin 6. til 11. juli 2021:
- Elisabeth Erlendsdóttir (2005), Havnar Svimjifelag
- Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003), Havnar Svimjifelag
Ferðaleiðari verður Hjørdis Sólbjørg Mortensen, og venjari Panagiotis Christou.
Landsliðið fer eftir ætlan úr Føroyum sunnudagin hin 4. juli, og kemur heim aftur mánadagin hin 12. juli.
Við fyrivarni fyri at støðan við koronu loyvir tí.